- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúmdarbilur royndarkoyrdur í Føroyum í 2014
Rúmdarbilur royndarkoyrdur í Føroyum í 2014
Lutir á rúmdarbilinum, sum í kvøld lendi á Mars, vórðu royndarkoyrdir í Føroyum í 2014.
18.02.2021 - 20:39
Vanliga er tað langt frá Føroyum til Mars, men beint nú kennist tað kanska ikki so langt, tí lutir á rúmdarbilinum, sum júst er lendur á Mars, blivu royndarkoyrdir í Føroyum í 2014.
Orsøkin var, at føroyska jarðfrøðin er so lík henni á Mars, at hon kundi brúkast til at royna eitt serligt myndatól, ið nú situr á rúmdarbilinum, sum nú koyrir runt á Mars.
Málið var og er, eins og áður, at finna lív á Mars.
INNSLAGIÐ, IÐ BERGLJÓT DEBES HENTZE GJØRDI 22. AUGUST Í 2014, KANN SÍGGJAST UNDIR MYNDINI OMANFYRI.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV