- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Øll eru nøgd í Sambandsflokkinum
Løgmaður: Øll eru nøgd í Sambandsflokkinum
Ting- og landsstýrismanningin tók frágreiðingina frá løgmanni og floksformanninum til eftirtektar
13.06.2014 - 10:08
Sambandsflokkurin er framvegis í tvíningnum í málinum um Jørgen Niclasen, men Jørgen Niclasen heldur fram sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Tað var niðurstøðan eftir fundin í Sambandsflokkinum í gjár.
Fleiri tinglimir í Sambandsflokkinum hava verið rættuliga bersøgnir seinastu dagarnar, men í gjár vildi ongin siga nakað, og sambært løgmanni, eru øll glað og nøgd.
Flokkurin tók frágreiðingina frá løgmanni í málinum um Jørgen Niclasen til eftirtektar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV