- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíggju bólkar til Sement
Tíggju bólkar til Sement
Tíggju bólkar og einstaklingar hava teknað seg til árligu Sement tónleikakappingina hjá Margarinfabrikkini, og tað er ein framgongd í mun til í fjør
12.05.2014 - 20:04
Freistin at tekna seg til Sement er nú úti, og tíggju bólkar og einstaklingar hava boðað frá luttøku.
Tónleikakappingin Sement, byrjaði sum ein kapping millum ung sum gingu í ungdómshúsinum Margarinfabrikkin í Havn, hevur ment seg til landsins mest týðandi lopfjøl fyri nýggja tónleikabólk- og einstaklingar.
Millum nøvn, ið hava vunnið Sement, kunnu nevnast Hamferð, Guðrun & Bartal, Sleepless Ghosts og The Absent Silver King.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV