- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðan umhugsar misálit ella kæru
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tekur viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum í málinum um Strandferðsluna til eftirtektar. Tí boðar hann frá í tíðindaskrivi.
Hyggur landsstýrismaðurin aftur um bak við teirri vitan, hann nú hevur, skuldu hann og umsitingin skjótari tikið neyðug stig til at fáa viðurskiftini í rættlag, sigur Johan Dahl, og hann tekur fulla ábyrgd av tí, sum løgtingsgrannskoðararnir finnast at í hvassorðaðu frágreiðing sínari til løgtingið.
- Bæði eg og Vinnumálaráðið vit fullvæl, at viðurskiftini hjá Strandfararskipum Landsins ikki vóru í lagi. Sum landsstýrismaður taki eg ábyrgd fyri tí, sum er hent.
Vit tóku tí eisini neyðug stig fyri fleiri mánaðum síðan fyri at tryggja, at vit ikki koma í somu støðu aftur, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í tíðindaskrivinum.
Sannlíkt fær málið onkra politiska avleiðing.
Andstøðuflokkarnir fara fyrsta dagin at viðgera frágreiðingina hjá løgtingsgrannskoðaranumo,
Antin verður misálit reist móti landsstýrismanninum, ella verður málið lagt fyri Landsstýrismálanevndina.
Tað vátta bæði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Reimund Langgard í Sambandsflokkinum er formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum.
Hann fer ikki at mæla ti, at floksfelagi hansara í Vinnumálaráðnum leggur frá sær.