Bakmanspolitiið kannar Vinnuframagrunnin

Bakmanspolitiið kannar Vinnuframagrunnin
Bakmanspolitiið kannar, um alt fór rætt fram í Vinnuframagrunninumí tíðarskeiðnum frá 2004 til 2009   
14.03.2014 - 20:05


Fyrr í vikuni gjørdu tvey løgreglufólk húsarannsókn hjá Vinnuframa, tí illgruni er um svik og mandatsvik.

Hald er lagt á skjøl, og fólk eru avhoyrd, váttar Hildur Hentze, varapolitikommisserur.

Nevndin varð skift í 2009 og stjórin uppsagdur stutt eftir, at tað alment kom fram, at eitt slag av stuðulskarussel, t.e. at somu persónar ganga aftur í somu málum,  hevði virkað í grunninum hesi árini. Men eingin varð meldaður.

Nevndarformaðurin í Vinnuframa, Regin Dalsgaard, váttar, at hann er avhoyrdur í málinum. Regin Dalsgaard sigur, at undir avhoyringini, sum hann sjálvur tók stig til, vísti hann á, at alt ikki fór rætt fram fyri 2009, tá hann tók við sum nevndarformaður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. desember
Breddin: Sosialu miðlarnir skulu rudda upp
185004
Mikudag 11. desember
Mono - Kvinnur í countrytónleiki (5:5)
184972
Týsdag 10. desember
LEITISSTEIN 10.12.2024 (Teitur)
184928
Týsdag 10. desember
Samværi 052 - Hvussu finni eg tíð?
184911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184942
Týsdag 10. desember
Veðrið
184922
Týsdag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184893
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812