- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndareportasja: Síðsta venjingin fyri konsertina
Seinastu dagarnar hevur Føroya Symfoniorkestur lagt síðstu hond á fyrireikingarnar til árligu Nýggjárskonsertina.
Talan er í veruleikanum um nýggjárskonsertirnar, tí bæði í kvøld og í annaðkvøld sleppa føroyingar at uppliva alt frá dramatiskan symfoniskan tónleik til lættan og festligan tónleik.
Nýggjárskonsertirnar 2023 eru partur av 40 ára fagnaðarhaldinum hjá bæði Føroya Symfoniorkestri og Norðurlandahúsinum.
Myndamaður Kringvarpsins, Bjarni Árting Rubeksen, var til síðstu venjingina, og hevur skapað sína egnu myndasymfoni av venjingini.
Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen
Wilkinson veipar. Stórar armrørslur eru neyðugar, tá tú stjórnar bæði einum symfoniorkestri og einum stórum kóri samstundis. Aftur í ár er tað Bernharður Wilkinson, ið stjórnar Føroya Symfoniorkestri.
Eitt strok. At framføra symfoniskan tónleik krevur eitt samstillað orkestur.
Ongantíð áður hava so nógvir føroyingar spælt við í Føroya Symfoniorkesturi, sum tað gera til nýggjárskonsertirnar í ár.
Stórtalentið Hanne Marit Mordal Iversen, ið hevur ættarbond til Kvívíkar, syngur ariuna "O zittre nicht", ið merkir "Skelv ei", úr Gandafloytuni hjá Mortzart.
Hanne Marit Mordal Iversen tók bachelorprógv í klassiskum sangi við Norges Musikkhøgskole á vári 2022. Hon er nú í holt við at taka masterútbugving hjá Ann-Helen Moen, sum er hennara høvuðslærari í sangi
Evnaríki klaverleikarin Aksel Remmel, ið lesur á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium, vann í 2021 Stella Polaris-kappingina, ið Tórshavnar Musikkskúli skipar fyri. Ein partur av vinningunum var at framføra á Nýggjárskonsertini saman við Føroya Symfoniorkestri.
Aksel Remmel fer at spæla fyrsta sats av klaverkonsert nummar tvey hjá russiska komponistinum Sergej V. Rachmaninov.
Herfinnur Árnafjall er El Toreador - tarvafektarin - tá hann fer at syngja kendu ariuna um Toreador úr helst best umtóktu operuni nakrantíð "Carmen" eftir George Bizet.
Føroyski baritonsangarin, sum í dag starvast sum operasangari í Tirol í Eysturríki, tók síni fyrstu fet móti einari yrkisleið sum sangari í sunnudagsskúlanum hjá Filadelfia. Hann gekk eisini í sangskúlanum hjá Petru Iversen.
70 tónleikarar eru í Føroya Symfoniorkestri.
65 sangarar manna stóra kórið.
70 ára gamli Bernharður Wilkinson hálar teir síðstu tónarnar úr sínum tónleikarum, áðrenn stóru nýggjárskonsertirnar um vikuskiftið.
Tónleikaskráin til ársins Nýggjárskonsert nemur hjartastreingirnar, og ber brá av undirhaldi, álvarsemi og miklum kenslubornum verkum frá virdum útlendskum og føroyskum komponistum.
Jóannes Andreasen er ein av hornasteinunum undir Tórshavnar musikkskúla, ið nú er ein av hornasteinunum undir Føroya Symfoniorkestri.
55 av teimum 70 tónleikarunum, sum vera á pallinum í sambandi við nýggjárskonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri um vikuskiftið, eru føroyingar.
Gjøgnum árini hevur Føroya Symfoniorkestrið eisini fingið dyggan stuðul frá tónleikarum úr Kongliga kapellinum í Danmark, og ikki minst teimum útlendsku tónleikalærarunum, sum hava leitað sær til Føroya.
Nærlagni er avgerandi, um eitt symfoniorkestur skal ljóða væl.
Til nýggjárskonsertirnar er altíð ein serligur veitslustemningur og sum vant hevur symfoniorkesturkórið ein stóran leiklut til konsertirnar.
- Hvat: Nýggjárskonsertin
- Hvør: Føroya Symfoniorkestur
- Hvar: Í sjónvarpinum
- Nær: Leygarkvøldið 7. januar, kl. 20:00
|