- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Julius í Likkudali
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Julius í Likkudali er ein familjusangleikur eftir Sasho Bjartsson.
Sasho Bjartsson og Elias Magnussen hava leikstjórnað.
Her sita Diana Hansen, koreografur, og Edith Dahl Jacobsen, kórskipari, og práta saman um leikin.
Nýskrivaði familjuleikurin snyr seg um eina føroyska familju, sum býr í hugnaligu jólagøtuni í Likkudali.
Sonurin er spentur, tí jólini nærkast, tó stúrir hann fyri, at pápin fær skipsboð fyri jólaaftan.
Gleðin er stór, tá pápin kemur heim.
Petur Meinhard Elleby Andersen spælir pápin.
Men hví fer pápin ikki til løgregluna við taskuni, sum hann fann á jólagøtuni á veg heim?
Pápin fortelur ikki húskinum, at taskan er ein heilt serlig taska.
Her er tað Bjarki Virgarsson Trondesen í leiklutinum sum Jónas
Leikurin var frumsýndur í Norðurlandahúsinum í kvøld.
|