Sí myndirnar: Semingsroynd við heilsuhjálparar

Tað er lønin, ið skilur partarnar, og tað hevur ikki eydnast at finna semju undir vanligu samráðingunum. Tí gjørdu partarnir tíðliga í hesum mánaðinum at boðsenda semingsstovninum.

Semingsroyndin byrjaði á Hotel Føroyum í morgun.

Heilsuhjálparafelagið hevur í seinastuni fleiri ferðir víst á, at fakøkið hjá heilsuhjálparum er hart spert av starvsfólkatrotið, og tí er neyðugt við betri løn fyri at fáa fólk at vilja arbeiða innan økið.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera