- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Sambandsflokkurin á kreppufund
Sambandsflokkurin fór á fund á middegi, áðrenn Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, skuldi á fundi við hinar samgonguleiðararnar.
Løgmaðurin hevði brúk fyri at vita, hvar hansara egni flokkur stóð í mun til politiska ruðulleika, ið hevur valdað síðani málið um sammøður var samtykt.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur havt úr at gera í dag. Hann skal bæði royna at halda saman upp á samgonguna og flokkin hjá sær, Sambandsflokkin, tí eftir atkvøðugreiðsluna um sammøður boðaði Johan Dahl frá, at hann ikki stuðlar samgonguni so leingi Miðflokkurin er partur av samgonguni.
Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkin atkvøddi blankt, tá málið um sammøður varð samtykt.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum og fyrrverandi løgmaður, er ein av mest týðandi politikarunum hjá Sambandsflokkinum. Hann var sjálvandi eisini á fundinum.
Johan Dahl segði eftir atkvøðugreiðsluna um sammøður við triðju viðgerð, at hann ikki stuðlar samgonguni so leingi Miðflokkurin er partur av samgonguni. Tað hevur hann endurtikið fleiri ferðir síðani.
Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Helgi Abrahamsen, tingbólkaformaður í Sambandsflokkinum, hevur sagt, at hann fór at tosa Johan Dahl til sættis, tí tað bar ikki til hjá Johan Dahl at vera limur í Sambandsflokkinum, og so ikki stuðla einari samgongu, sum Sambandsflokkurin er partur av.
Erhard Joensen og Johan Dahl, sum báðir atkvøddu fyri málinum um sammøður við triðju viðgerð. Harvið gingu teir báðir móti avtaluni í samgonguni um ikki at atkvøða fyri nøkrum uppskoti frá andstøðuni uttan so, at øll samgongan atkvøddi fyri.
|