- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndareportasja: ÍSF-húsið á veg í søguna
Hølisviðurskiftini hjá sersambondunum í framtíðini eru enn óviss. Vit stukku inn á gólvið í ÍSF-húsinum, sum hondbóltsfelagið Neistin upprunaliga læt byggja.
LJÓÐINNSLAG: ÍSF OG SERSAMBONDINI GANGA ÓVISSA FRAMTÍÐ Í MØTI (trýst á leinkjuna)
ÍSF-húsið var upprunaliga húsið hjá hondbóltsfelagnum Neistanum, sum læt húsið byggja í 1963 og -64. Ítróttarsamband Føroya yvirtók húsið í fyrru helvt av sjeytiárunum, og hevur húsast har síðani. Húsið varð nógv útbygt í 1982.
ÍSF-umsitingin og sersambondini, sum húsast í ÍSF-húsinum í Gundadali, ganga eina óvissa framtíð í møti, tí einki nýtt ÍSF-hús stendur klárt, nú gamla ÍSF-húsið í hesum døgum verður tømt og síðani tikið niður.
Hondbótssambandið er størsta sersambandið, sum enn er undir ÍSF og húsast í ÍSF-húsinum. Ári Rouch, aðalskrivari, roynir ikki at dylja, at støðan ikki er nøktandi fyri hondbóltin, sum hevur gjørt risaframstig seinastu árini.
Nýggja ÍSF-húsið skal vera meira enn bara skrivstovur, ætlar ÍSF. Húsið skal hava ein savnandi leiklut.
Síðstu tingini verða pakkað niður, áðrenn ÍSF-húsið verður tømt og tikið niður.
Húsið í Gundadali hevur verið karmur um menningina hjá føroyskum ítrótti, síðan ÍSF yvirtók tað fyrst í sjeytiárunum.
Umframt ÍSF-umsitingina, sum er trý fólk, hava fleiri av sersambondunum fólk í starvi.
Flestu sersambondini halda, at nýggja ÍSF-húsið eisini skal vera í Gundadali, sigur ÍSF-aðalskrivarin.
Kenslan er sorgblíð, nú húsið tømist og flytingin er veruleiki, ásannar Petur Mittún, ÍSF-aðalskrivari.
Nógv søga er í ÍSF-húsinum, og í kjallaranum liggja skjøl og annað, sum knýta seg at virkseminum.
Seinastu sambondini, sum húsast í ÍSF-húsinum, eru í holt við at rigga av.
Herfyri flutt Svimjisambandið inn til Runavíkar, og Petur Mittún, ÍSF-aðalskrivari, ásannar, at skal Ítróttarsambandið ikki syndrast, hevur tað skund at fáa bygt eitt nýtt ÍSF-hús.
Í kjallaranum í ÍSF-húsinum er ein serligur kassi. Har liggja øll fløggini, sum vórðu brúkt í sambandi við Oyggjaleikirnar í 1989.
Arbeiðið við at finna eina varandi loysn, sum skal hýsa ítróttinum í Føroyum, er í gongd, sigur Petur Mittún, ÍSF-aðalskrivari.
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|