- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útheimurin
Í Kanada er lógin um kannabis linkað. Tað merkir, at frá í dag kunnu fólk keypa kannabis til at hugna sær við, og ikki bara til medisinsk endamál.
Franski forsetin boðaði í gjár frá umfatandi broytingum í fronsku stjórnini. Fýra nýggir ráðharrar eru útnevndir.
Uttanríkisráðharrarnir í sonevndu G7 londunum krevja nú, at málið um horvna Jamal Khashoggi verður kannað gjølla.
Donald Tusk, forseti í Europaráðnum, sigur, at vónirnar um eina Brexit-avtalu á ES-fundinum í dag, eru ikki góðar.
Í fleiri ár hevur politiski flokkurin CSU sitið á valdinum í týska statinum Bayern, men so er ikki longur.
Avannaata kommuna í Grønlandi og DTU í Danmark hava gjørt fyribilsavtalu um ein norðlýsisdepil, sum skal gerast í Ilulissat.
Fyrrverandi forsætisráðharrin, Stefan Løfven, skal nú royna at skipa stjórn í Svøríki, nú tað miseydnaðist hjá Ulf Kistersson.
Joseph Rowntree-felagsskapurin, sum er felagsskapur móti fátækadømi, metir nú, at tilsamans 230.000 børn í Skotlandi liva í fátækraváða.
Turskiskir myndugleikar kanna í dag arabiska konsulátið í Istanbul, eftir at Jamal Khashoggi hvarv, síðst sæddur á konsulátinum.
Yvirumsjónin við borgarunum í Hong kong er ógvusliga herd eftir ynski úr Bejing.