- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jobmatch: Fyritøkurnar royna at fáa útisetar heimaftur
Áleið 4-500 lesandi og onnur plaga at vera við á jobmatch.
Í ár hevur luttøkan verið størri enn áður. Yvir 500 hava verið teknað í ár.
Pernille Grøn Michaelsen er nýggj á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og fyri hana er Jobmatch ein góður máti at fáa kunning og vitan um tann føroyska arbeiðsmarknaðin.
77 fyritøkur hava í dag verið umboðar á Jobmatch - sum er árlig starvsstevna, har tað er møguligt hjá lesandi og nýútbúnum og øðrum at koma í samband við føroyskat fyritøkur.
Við nógvu útisetunum og føroysku lesandi, sum ikki flyta heim aftur, er stórur tørvur á hesum, sigur Bogi Johansen, ráðgevi í Alfred og Spyr.fo.
Ergoterapeutfelagið var við á jobmatch fyri fyrstu ferð í ár, og tað er við greiðari ætlan um at røkka útisetum, sigur Sunnleif Andreassen, sum er næstformaður í Ergoterapeutfelagnum
Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum