- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvirla tók mann á sjógv í Lopra
Hvirla tók mann á sjógv í Lopra
Politiið fekk yvir 70 fráboðanir um vatn- og vindskaðar í gjár
06.12.2024 - 08:14
Ein fólkaskaði var í illveðrinum í gjár, tað politiið veit um.
Ein hvirla tók ein mann á sjógv í Lopra.
Hetta var í gjáramorgunin.
Maðurin var fluttur á sjúkrahús.
Politiið fekk yvir 70 fráboðanir um vatn- og vindskaðar í gjár.
Vindurin minkaði um tritíðina seinnapartin.
Fráboðanir komu sosatt í 12 tímar, tí tann fyrsta kom hósnáttina klokkan trý.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV