Eysturkommuna hevur skipað seg

bannari
Eysturkommuna hevur skipað seg
Nývalda býráðið í Eysturkommunu hevur á fundi í kvøld skipað seg við Per Martini Gregersen sum borgarstjóra og Una Rasmussen sum varaborgarstjóra
Nývalda býráðið í Eysturkommunu hevur skipað seg í kvøld
Mynd: Eysturkommuna  
 
19.11.2024 - 20:07

Nývalda býráðið í Eysturkommunu skipaði seg á fundi í kvøld.

Borgarstjóri er framvegis Per Martin Gregersen, sum hevði eitt gott val, og varaborgarstjóri er Uni Rasmussen. Nývalda býráðið samtykti einmælt at velja teir báðar.

Tær føstu nevndirnar vórðu eisini mannaðar, og eisini her var tað eitt samt býráð, sum valdi.

Per Martin Gregersen verður formaður í fíggjarnevndini, Heri Mikálsson verður formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, Hanna Jensen verður forkvinna í mentanarnevndini, Unn J. Ellingsgaard verður forkvinna í trivnaðarnevndini, og Pól í Skorini verður formaður í vinnunevndini.

Tey, sum manna nývalda býráðið í Eysturkommunu, eru hesi:

 

  • Per Martin Gregersen
  • Unn Jarnskor Ellingsgaard
  • Heri Mikálsson
  • Hanna Jensen
  • Pól í Skorini
  • Rebekka Jensen
  • Uni Rasmussen
  • Magnus Skoralíð
  • Ann Fuglø

 

Býráðið tekur við á nýggjárinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749