Nógv at spæla um í finaluni um Løgmanssteypið

Nógv at spæla um í finaluni um Løgmanssteypið
Ítróttarliga og fíggjarliga er nógv at spæla um í finaluni um løgmanssteypið í kvøld, har HB og B36 bresta saman
Ransin Napoleon Djurhuus​​​​​​​ og Marita Debess Magnussen.
Mynd: Jógvan Skeel Nolsøe  
 
02.11.2024 - 12:38

Í kvøld bresta B36 og HB saman í finaluni um løgmanssteypið.

Ítróttarliga, hevur dysturin stóran týdning fyri havnarfeløgini bæði, sum ikki eru nøgd við úrslitini í landskappingini í ár.

Men fíggjarliga er eisini nógv at spæla um. Sambært bolt.fo, fær HB 1,5 mió. kr., um felagið vinnur kappingina um løgmanssteypið.

Hjá B36 er uppaftur meira at spæla um, tí felagið skal vinna fyri at sleppa at spæla evropeiskan fótbólt næsta ár. Í pengum er talan um 4 mió. kr.

- Tað hevur týdning at enda kappingarárið við einum steypi, sigur Ransin Nepoleon Djurhuus, formaður í HB.

Hoyr innslag við Ransini Napoleon Djurhuus og Maritu Debess Magnussen í útvarpstíðindunum

1706045

 

Finalan um løgmanssteypið verður í kvøld klokkan 19.00 á Tórsvølli. Kringvarpið sigur frá finaluni í útvarpinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049