Sterilisatión er tryggasta fyribyrging

Sterilisatión er tryggasta fyribyrging
Nógvar mýtur eru knýttar at sterilisatión hjá monnum. Tað sigur serlækni í urologi
 
31.10.2024 - 12:38

Jóhan Poulsen er serlækni í urologi. Hann sigur, at áleið 50 føroyskir menn árliga verða steraliseraðir.

Orsøkin er sum oftast, at teir hava fingið tey børnini, sum teir ynsktu sær. Samtundis vilja teir eisini taka tann partin á seg, sum eitur fyribyrging.

Sum urolog hoyrir Jóhan Poulsen fleiri mýtur, sum eru knýttar at sterilisering. Ofta eru tað spurningar um potens og hormonir.

- Sterilisatión hevur onga ávirkan á kynsliga førleikan. Tvørturímóti sleppur mann av við strongdina at hugsa, um makin verður við barn. Hetta gevur ein tryggleika, sigur Jóhan Poulsen.

Sjálvt skurðinntrivið er ógvuliga einfalt. Tað tekur bert tjúgu minuttir at gera tað, og tað hevur sera fáar fylgdarsjúkur við sær.

Tó skal ein ikki angra inntrivið, tí tað kann vera trupult at binda sáðstreingin saman aftur.

- Sterilisatión er tryggasta fyribyrging sum finst, sigur Jóhan Poulsen at enda.

Øll samrøðan kann hoyrast her:

1705393

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. november
Breddin: Tøkugjald og Trump
183238
Hósdag 7. november
Brot úr Føroya søgu
183234
Hósdag 7. november
Morgunlestur hósdagur 7. november 2024
183013
Mikudag 6. november
Skratsj 6. novembur 2024
183207
Mikudag 6. november
Orðaval - ensk ávirkan á føroyskt
183203
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172
Týsdag 5. november
Veðrið
183155
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125