
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysku liðini hava fyrireikað seg í eina tíð, og nú hava venjararnir tikið spælararnar út, sum skulu spæla í árligu NEVZA kappingini fyri U19-landslið, sum verður í Havn í næstum.
Ragnar í Haraldstovu og Hanna Andriasdóttir Olsen eru venjarar hjá kvinnum, og hava tikið hesar spælararnar út:
Nicola Toftegaard, Saranja Mouritsen, Bára Leonsson Mouritsen, Marita Heinadóttir, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Arina Joensen, Sofía Weihe Simonsen, Anja Sólja Niclasen, Ása Thorkildshøj, Ranja Jóhannesdóttir Magnussen og Miriam Johannesen.
Venjararnir hjá U19 monnunum, Boban Ilic og Oleksandr Dmytriiev hava úttikið hesar 12 leikararnar til kappingina:
Tóki í Haraldstovu, Filip Ilic, Elias Ellingsgaard Petersen, Vuk Ilic, Róar í Haraldstovu, Adrian Lind Jacobsen, Árni Lamhauge Mohr, Óli Kluftá Hvítklett, Hákun Nón, Rani Ákason, Silas Poulsen og Lukas Poulsen.
Flogbóltssamband Føroya verður vertur fyri NEVZA-kappingunum næstu trý árini. Annað hvørt ár er kappingin undankappingin til U20 Eurovolley-kappingina og annaðhvørt ár er kappingin ein vanlig NEVZA-kapping. Føroyar, Ísland, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland hava møguleika at luttaka, skrivar Flogbóltssambandið.
Kappingin verður í Høllini á Hálsi fríggjadagin til sunnudagin. Kvinnurnar leggja fyri fríggjadagin kl. 10:00, tá tær hitta Noreg, ímeðan mennirnir spæla sín fyrsta dyst fríggjadagin kl. 13:00 í móti Svøríki.