- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjey koyrdu rúsdrekkaávirkaðir - tveir rúsevnisávirkaðir
Sjey koyrdu rúsdrekkaávirkaðir - tveir rúsevnisávirkaðir
Politiið var úti og gjørdi ferðslukanningar um vikuskiftið
12.08.2024 - 09:10
Um vikuskiftið tók politiið sjey bilførarar, sum eru skuldsettir fyri at koyra rúsdrekkaávirkaðir.
Tveir vóru tiknir fyri at koyra rúsevnisávirkaðir.
Hetta er nakað, ið politiið sær meira og meira til, tá ferðslukanningar verða gjørdar.
Trý fólk vóru tikin fyri at hava rúsevni uppi á sær.
Politiið vil ikki siga, um málini hava nakað við Summarfestivalin, sum var hildin um vikuskiftið, at gera. Treyðugt so, so hevur politiið havt nógv at gera í sambandi við Summarfestivalin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV