U18-Sandflogbóltur: Føroysku dreingirnir víðari til EM

U18-Sandflogbóltur: Føroysku dreingirnir víðari til EM
Við sigri á Armenia hava føroysku U18-dreingirnir í flogbólti, Hákun Nón og Rani Ákason, tryggjað sær pláss í endaspælinum um evropeiska meistaraheitið í sandflogbólti
Føroysku U18-dreingirnir, Hákun Nón og Rani Ákason, hava spælt seg í EM-endaspælið í sandflogbólti
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
10.07.2024 - 15:27

Hákun Nón og Rani Ákason hava spælt seg víðari úr undankappingini í sandflogbólti fyri U18-dreingir, sum er í Georgia í hesum døgum. 

Tað er greitt, eftir at teir báðir vunnu 2-1 á einum liði úr Armenia fyrrapartin. Settúrslitini vóru 21-19, 18-21 og 15-11. Teir skulu tí kappast í sjálvum endaspælinum um evropeiska meistaraheitið.

Vinna føroyingarnir á Andorra, enda teir á fyrsta plássi í bólkinum.

 

Genturnar úti

Osla Johannesen og Maria Teresu Vitalis taptu sínar dystir ímóti Armenia og Aserbadjan, og halda tí ikki fram í kappingini. 

Nógvi hitin darvaði genturnar, sum hava aldur til somu kapping næsta ár, skrivar Flogbóltssambandið. Hitin í Georgia er 32 stig í skugganum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840