Ættleiðingarfelagið: Eiga at gera samstarvsavtalur við færri lond

Ættleiðingarfelagið: Eiga at gera samstarvsavtalur við færri lond
Jan Rasmussen, formaður í felagnum, vísir á at nógv færri ættleiðingar eru nú, og tí er tørvurin á avtalum eisini minni
Jan Rasmussen er formaður í Ættleiðingarfelagnum.
 
22.01.2024 - 14:07

Formaðurin í Ættleiðingarfelagnum viðgongur, at málini um ættleiðing, sum nú eru komin undan kavi, har børn eru tikin frá foreldrum, uttan at tey hava viljað tað, eru sera óheppin.

Men, sigur hann, eftirlitið við ættleiðingum í dag er munandi hert, so hann ivast ikki í, at tað gongur rætt fyri seg í dag.

Jan Rasmussen heldur, at Føroyar kunnu gera avtalur samstarvsfelagar uttanlands, sum vit hava álit á.

Í staðin fyri 10-15 lond átti at borið til at samstarvað við t.d. trý lond. Hann vísir á, at nógv færri ættleiðingar eru nú, og tí er tørvurin á avtalum eisini minni. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22012024_AEttleiding

 

Danska kringvarpið varpar í hesum døgum ljós á ættleiðing, í sambandi við at øll ættleiðing til Danmarkar, eisini Føroyar, er hildin uppat, tí alt eftir øllum at døma ikki er farið rætt fram.

Sí sjónvarpssending her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205