Ættleidd uttan loyvi

Ættleidd uttan loyvi
Í minsta lagi 10 børn vóru ættleidd úr India til Danmarkar frá 1978 til 1982 uttan neyðuga samtykkið frá foreldrunum
 
21.01.2024 - 10:39

Í tíðarskeiðnum frá 1978 til 1982 eru í minsta lagi 10 børn ættleidd úr indiska býnum Chennai til Danmarkar, uttan at biologisku foreldrini hvørki høvdu sagt foreldramyndugleikan frá sær ella játtað, at børnini skuldu ættleiðast.

Børnini vórðu ættleidd til Danmarkar við teirri grundgeving, at tey antin vóru foreldraleys ella tí, at foreldrini ikki vóru før fyri at forsyrgja teimum.

Men hetta var beinleiðis lygn.

Danska kringvarpið, DR, hevur kannað ættleiðingarnar frá Madras Christian Children Home i Chennai í India. Og tey kunnu staðfesta, at í minsta lagi 10 av børnunum í hesum tíðarskeiðnum antin beinleiðis eru stolin ella lokkað frá biologisku foreldrunum og síðani ættleidd til Danmarkar.

DR hevur eisini funnið fram til eina av mammunum, sum misti tveir synir til Danmarkar.

Hon eitur Dhanalakshmi og greiðir soleiðis frá:

- Eg græt, tí børnini hjá mær vóru burtur. Eg havi borið tey í níggju mánaðir, so hvussu skuldi eg funnið upp á at geva tey burtur?, sigur hon.

Eitt av børnunum, sum varð ættleitt til Danmarkar hetta tíðarskeiðið, er Laila Jensen. Hon var ættleidd í 1979 og hevur nú funnið út av, at hon var lumpað burtur frá foreldunum.

-  Tað er ein risastór sorg at vera tikin burt frá familju síni og frá føðilandinum, sigur hon við Danmarks Radio.

Ættleiðing í Føroyum hevur verið danskt málsøki, og síðani yvirtøkuna í 2018 hava vit framhaldandi samstarvað við Danmark um ættleiðingar.

Felagsskapurin DIA, sum stendur fyri ættleiðingunum í Danmark og í Føroyum, hevur steðgað øllum ættleiðingum.

Heimildarfilmurin hjá DR "Stóra ættleiðingarránið" er at finna á heimasíðuni dr.dk. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209