- Tíðindi, mentan og ítróttur
Altjóða holocaustdagur
Dagurin er altjóða minningardagur, sum ST hevur ásett. Í ár er tað Vestmanna skúli, sum er vertur.
Tað eru Nám og Amnesty International, Føroya deild, ið skipa fyri degnum. Áhugin er vaksin so mikið, at í ár verða eftirskúlar, miðnáms- og yrkisskúlar eisini bodnir við.
Ruanda í Afrika verður evnið á holocaustdegnum í 2024. Tá verða 30 ár liðin síðan fólkamorðið í afrikanska landinum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt land verður tikið upp í Afrika.
Altjóða Holocaust dagurin hevur áður viðgjørt jødatýningina undir øðrum verðaldarbardaga, kríggið á Balkan, fólkadrápið í Armenia og í fjør var tað fólkadrápið, eisini kallað, Holodomor, í Ukraina, sum ljós varð varpað á.
Til Altjóða holocaust dagin er skráin løgd eftir, at næminganir fáa innilit í fólkadrápið í Ruanda.