- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki fleiri útlendingar, fyrr enn ruddað er upp í skipanini
- Vit eiga ikki at loyva fleiri útlendingum til Føroya, fyrr enn greiða er fingin á, um sáttmálar í Fast Track-skipanini vera hildnir.
Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki.
Hon vísir m.a. til nógv umrødda málið, har útlendingar hava skuldsett arbeiðsgevaran fyri ikki at rinda løn og halda sáttmálan.
Málið um útlendingar á Farhat´sa pitsa í Runavík hevur verið nógv umrøtt í seinastuni.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at ruddast má upp í Fast Track-skipanini, og løgmaður noyðist upp í málið, tí tað fevnir um fleiri aðalráð.
Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, segði við útvarpið í gjár, at einki eftirlit hevur verið í fjør.
Sonja Jógvansdóttir heldur, at fakfeløgini skulu hava betri møguleika at gera eftirlit.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: