- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biskupur: Áttu at fingið ein halgidag aftrat
Biskupur: Áttu at fingið ein halgidag aftrat
Tað er hugsjónarligur ørskapur at strika dýra biðidag í Danmark, sigur Jógvan Fríðriksson
03.01.2023 - 09:14
Heldur enn at strika dýra biðidag, sum røddir eru frammi um í Danmark, áttu vit at fingið ein dag afturat, halgidag ella frídag.
Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum eisini minnir á, at ein donsk avgerð ikki hevur ávirkan á, hvussu vit skipa okkum á tí andaliga økinum í føroysku fólkakirkjuni og verðsliga á arbeiðsmarknaðinum.
Biskupur heldur einki um ætlanirnar í Danmark, og hann fer so mikið langt, at hann rópar hetta fyri hugsjónarligan ørskap.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
03012023_Bispur_og_dyri_bididagur
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV