Skotland lækkar aldurmarkið fyri løgfrøðiligt kynsskifti

Skotland lækkar aldurmarkið fyri løgfrøðiligt kynsskifti
Parlamentið í Skotlandi samtykti í gjár eina nýskipan, sum lækkar aldursmarkið fyri løgfrøðiliga at skifta kyn úr 18 árum niður í 16 ár
 
23.12.2022 - 10:06

Hóast nýskipanin fekk greiðan meiriluta í atkvøðugreiðsluni, er ikki vist, at hon kemur í gildi, skrivar BBC.

Bretska stjórnin við bretska ráðharranum fyri kvinnur og javnstøðu, Kemi Badenoch á odda er tilreiðar at taka stór stig fyri at steðga skotum í at seta nýskipanina í gildi. Hon heldur, at skotska stjórnin ikki hevur umhugsað, hvørja avleiðingar ein møguliga lógarbroyting fer at hava á lívið hjá kvinnum og gentum.

Ein máti at steðga lógarbroytingini er at blokkera "Royal Assent", sum er ein regla í Bretlandi, sum ger tað til ein formalitet, at kongurin góðtekur møguliga lógarbroytingar í t.d. Skotlandi. 

"Royal Assent" kann blokkerast, um tú kanst prógva, at lógarbroytingin er í stríð við bretsku javnstøðulógina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519