- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kampus til Fróðskaparsetrið eitt stig nærri
Kampus, skúlaøkið hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum í Havn, er nú komið eitt stig longri.
Landsverk biður um tilboð upp á undangóðkenning at vera við í tilgongdini at gera uppskot um felagsbygning til kampus.
Undangóðkenningin gevur atgongd til at vera í arkitektakapping um felagsbygning til kampus á Frælsinum/Nóatúni í Havn.
Freistin er 16. januar
Freistin at søkja um undangóðkenning er 16.januar 2023.
24.januar verður kunngjørt, hvør sleppur við í undangóðkenningina.
Upp til fimm umsøkjarar kunnu væntast at vera undangóðkendir til arkitektakappingina.
Arkitektakappingin byrjar 13.februar og varar til 13.mai. 15.juni verður vinnarin kunngjørdur.
Boðin út í Føroyum
Kappingin verður boðin út í Føroyum. Byggiharrin væntar at brúka tvær milliónir krónur til samsýningar.
Sambært heildarætlan, sum var gjørd í 2018, er felagsbygningurin eitt dukandi hjarta, sum savnar lesandi, starvsfólk og fólk annars.
Hetta skal vera ein bygningur á høgum byggilistarligum stigi, sum skal lagast til umhvørvið og vera við til at menna býin.
Bygningurin skal vera við í einum skapandi umhvørvi, sum ríkar og gevur ávøkstur og menning í og uttan um bygningin, var sagt í 2018.