- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vár setti nýtt føroyskt met
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag hevur sett nýtt føroyskt met í 100 metra frísvimjing.
Í innleiðandi riðlunum svam hon teinin upp á 56,21 sekund.
Tað gjørdi hon í Melbourne, har hon er einasti føroyski svimjarin til heimsmeistaraheitini í stuttgeil.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard átti sjálv gamla metið upp á 56.48 sekund, sum hon setti á Oyggjaleikunum á Gibraltar í 2019.
Komin fyri seg aftur
21 ára gamli svimjarin hevur havt nøkur trupul ár. Í fyrsta lagi kom koronufarsóttin, sum órógvaði altjóða svimjikappingar illa.
Síðan hevur hon verið illa darvað av skaða, men nú sær út til, at hon veruliga er við at koma fyri seg aftur.
Í FM á stuttgeil í november setti hon eitt føroyskt met, og nú hevur hon so betra um enn eitt av sínum bestu tíðum.
Um ársskiftið skal Vár Erlingsdóttir Eidesgaard til Miami í Florida, har hon skal lesa og svimja fyri eitt stórt universitet.