Prísvøkstur: Eiga at hugsa seg um, hvussu peningurin verður brúktur

Prísvøkstur: Eiga at hugsa seg um, hvussu peningurin verður brúktur
Inflatiónin er farin at ávirka bilsøluna, og sethúsaprísirnir eru lækkaðir
Fróði Magnussen er formaður í Búskaparráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.11.2022 - 09:59

- Inflatiónin er farin at merkjast í Føroyum. Tað ger, at fólk nú mugu hugsa seg um, hvat peningurin verður brúktur til.

Tað sigur Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum.

Inflatiónin er farin at ávirka bilsøluna, og sethúsaprísirnir eru lækkaðir.

 

Færri nýggir bilar eru skrásettir í ár.

 

Nýggjastu tølini hjá Akstovuni vísa, at 21 prosent færri nýggj akfør vóru skrásett fyrstu 10 mánaðirnar.

Betri kunngjørdi í seinastu viku, at sethúsaprísirnir í triðja ársfjórðingi eru 200.000 krónur lægri enn í øðrum ársfjórðingi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

03112022_Frodi_Magnussen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519