
- Tíðindi, mentan og ítróttur
2022 tekur ikki metið frá 2019
2022 tekur ikki metið frá 2019
Ferðafólkatalið í oktober ger, at ferðafólkini í ár gerast ikki fleiri enn í 2019, sigur Regin Jakobsen, stjóri í Vága floghavn

Ferðafólkametið um flogvøllin er framvegis í 2019
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
03.11.2022 - 19:37
2022 verður ikki metár hjá flogvøllinum í Vágum.
2019 verður framvegis metárið við 424.281 ferðafólkum.
Ferðafólkatalið í oktober ger, at ferðafólkini í ár gerast ikki fleiri enn í 2019, sigur Regin Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.
Í oktober vóru 33.527 ferðafólk, sum eru 1.617 færri enn í 2019.
Til 1. november í ár er ferðafólkatalið komið upp á sløk 97 prosent av tí, sum tað var 1.november í 2019.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV