Bretska skuldin hækkar

Bretska skuldin hækkar
Einastu ferð, at skuldin hevur verið størri, var tá koronufarsóttin var í hæddini
Statslán hjá Bretlandi hækkaðu upp í 20 milliardir pund í september. Tað svarar til 169 milliardir krónur.
 
21.10.2022 - 15:20

Statslán hjá Bretlandi hækkaðu upp í 20 milliardir pund í september mánaði. Tað svarar til 169 milliardir krónur.

Inflatiónin er orsøkin til at skuldin hækkar, vísa almenn tøl, sum eru kunngjørd í dag.

Hetta er næststørsta skuld, sum er skrásett fyri september mánað, síðani farið var undir mátingarnar í 1997. 

Einastu ferð, at skuldin hevur verið størri, var tá koronufarsóttin var í hæddini.

Lántøkan, sum tó ikki fevnir um bankar hjá statinum, er størri, enn búskaparfrøðingar høvdu væntað. 

Metingin hjá teimum var 17 milliardir pund, - tað eru 144 milliardir krónur, - og tað er eisini munandi meira enn myndugleikarnir mettu í mars mánaði, tá ið Office for Budget Responsibility metti, at lántøkan fór at vera slakar 15 milliardir pund, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. apríl
PLÁTUPANELIÐ #028 (1995)
190304
Leygardag 5. apríl
14. Jambalaja
190302
Leygardag 5. apríl
Upp á tá - 040425
190297
Leygardag 5. apríl
Vikan 5. apríl 2025
190296
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275
Fríggjadag 4. apríl
KAKUMiKS (2:7)
190170
Fríggjadag 4. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190243