
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sernám hevur fyrst og fremst fólkaskúlan at røkja

- Tað er ikki so, at kommunurnar rinda fyri eina tænastu frá Sernámi, sum tær ikki fáa.
Tað sigur Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, sum hevur skert serligu ráðgevingina til dagstovnaøkið.
- Sambært fólkaskúlalógini hevur Sernám fyrst og fremst eina uppgávu á fólkaskúlaøkinum, men tað er ógreitt, hvat Sernám skal gera á dagstovnaøkinum, sigur Margreth Olsen.
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, heldur, at Sernám ger ov ógvusliga skerjing, sum stovnurin ikki kann gera, uttan at politiski myndugleikin er eftirspurdur:
Eyðun Christiansen er stjóri í Kommunufelagnum.
Bíðilistar og vaksandi tørvur hevur verið trupulleikin hjá Sernámi í nógv ár, sigur stjórin, og heldur uppá, at stovnurin fyrst og fremst hevur uppgávu á fólkaskúlaøkinum, men tað hinvegin er ógreitt, hvat uppgávan hjá stovninum er á dagstovnaøkinum:
Margreth Olsen er stjóri á Sernámi.
Margreth Olsen og Eyðun Christiansen vóru í Breddanum fyrrapartin.
Allur Breddin kann hoyrast her.