Mótmælti at forkvinnan var koyrd frá

Mótmælti at forkvinnan var koyrd frá
Fakligi skrivarin í Etiska ráðnum hevur víst á, at skeiðið hjá Anne Mette Greve Klemensen er ikki úti fyrr enn í oktober 2024
Anne Mette Greve Klemensen gevst sum forkvinna í Etiska ráðnum 1. oktober.
 
21.09.2022 - 10:11

Fakligi skrivarin í Etiska ráðnum mótmælti, tá ið landsstýrismaðurin valdi at koyra Anne Mette Greve Klemensen frá sum forkvinnu og úr ráðnum. Tað vísa skjøl í málinum.

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, sum er fakligur skrivari, vendi sær til Heilsumálaráðið og vísti á, at eftir hansara meting var skeiðið hjá Anne Mette Greve Klemensen ikki úti fyrr enn í oktober 2024, tá hon hevði sitið eitt fýra ára skeið.

Metingin hjá fakliga skrivaranum var tó ikki tikin til eftirtektar.

Nýggja Etiska ráðið við Bergi Debes Joensen, sóknarpresti í Havn, sum formanni, tekur við um góða viku, tann 1. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881