Eingin peningur at asfaltera landsvegir

Eingin peningur at asfaltera landsvegir
Óvist er, nær vegurin millum Fuglafjørð og Norðragøtu verður asfalteraður
Vegurin millum Norðragøtu og Fuglafjørð er illa farin í støðum, staðfestir Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.
 
19.09.2022 - 18:00

Sjálvt um vegurin millum Fuglafjørð og Norðragøtu er á raðfestingarlistanum hjá Landsverki, er óvist, nær hann verður asfalteraður. 

Sum er, er eingin peningur settur av til at asfaltera vegir, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari fyri norðurøkið hjá Landsverki.

Vegurin er til so stóran ampa hjá teimum, sum búgva og virka í økinum, at hann í farnu viku fekk tveir politikarar at seta seg við knappaborðini.

Eyðun á Lakjuni, býráðslimur í Fuglafjarðar kommunu, spurdi í lesarabrævi, hvat Landsverk ætlar við vegnum, og Edva Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, hevur spurt Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum, nær vegurin verður asfalteraður. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19092022_Arni_Jacobsen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008