Arbeiðsgevarar: SEV eigur at verða skilt sundur

Arbeiðsgevarar: SEV eigur at verða skilt sundur
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at størri kapping eigur at vera um el-framleiðsluna
SEV skal skiljast sundur í framleiðslufelag og netfelag, halda arbeiðsgevararnir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.09.2022 - 10:28

- SEV eigur at verða sundurskilt í eitt framleiðslufelag og eitt netfelag. 

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Felagið sigur eisini, at størri kapping eigur at vera um el-framleiðsluna, meira privatur kapitalur eigur at verða aktiveraður, og marknaðurin skal skipast so, at elprísurin til brúkararnar verður lágur. 

Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur savnað síni sjónarmið á orkuøkinum í einum riti, sum liggur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Arbeiðsgevararnir skriva, at vit eiga at seta ferð á eitt grønt, effektivt og trygt orkuskifti til orkuframleiðslu úr varandi orkukeldum.

Arbeiðsgevararnir siga, at á nýtslusíðuni má endabrúkarin fáa ein meira virknan leiklut og størri valmøguleikar, tí tað grøna valið er í stóran mun hjá brúkaranum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071