- Tíðindi, mentan og ítróttur
MT Højgaard-stjóri: Landsverk díkt okkum undir í gerðarrættarmálum
Eftir stór fíggjarlig tap gjøgnum byggivirksemi í Føroyum, hevur MT Højgaard gjørt av niðurleggja virksemið Føroyum og fara av landinum.
Hetta skrivar danska blaðið Licitationen.
Tað er MT Højgaard, sum hevur havt høvuðsarbeiðstøkuna á útbyggingini av Landssjúkrahúsinum, ið er rættiliga nógv seinkað, og sum Landssjúkrahúsið enn ikki er flutt inní. Tann verkætlanin er tó liðug frá teirra síðu.
Bert tvær verkætlanir eru eftir í Føroyum, har talan er um 22 íbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni og ein barnagarð í Gøtu.
Virkandi stjórin í MT Højgaard Føroyar, Sven Mortensen, sigur, at felagið fer at halda sínar skyldur í sambandi við verkætlanirnar, sum eru í gongd og gera tær lidnar.
Landsverk rindar ikki rokningar
Tað eru tær mongu ósemjurnar við Landsverk um rindan av rokningum, og so tey mongu gerðarrættarmálini, sum Landsverk hevur díkt MT Højgaard undir við, ið eru orsøkin til, at MT Højgaard nú niðurleggur virksemið í Føroyum, sigur Sven Mortensen, virkandi stjóri.
- Vit fáa ikki ikki so frægt pening fyri tað, sum vit eru samd við Landsverk um, at vit skulu hava, tíansheldur tað, sum vit eru ósamd í, sigur Sven Mortensen í viðmerking til Kringvarpið.
Hann vil tó ikki vil gera bandaða samrøðu um málið í dag.
Danski stjórin kallar tað, ið Landsverk ger, fyri "likviditetsafpresning", sum á føroyskum er gjaldføristvingsil.
RTS Contractors taka yvir virksemið
Virksemið hjá MT Højgaard steðgar tó ikki heilt, men heldur fram í gjøgnum RTS Contractors, sum er dóttirfelag hjá MT Højgaard, hagar starvsfólk, útgerð og byggitilfar verða avhendað til.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at MT Højgaard snarar lykilin um í Føroyum. Fyri fleiri árum síðani stongdi byggifelagið deildina í Føroyum, men kom so aftur nøkur ár seinni.
Sigurð Ó. Vang, leiðari á Verkætlanardeildini hjá Landsverki
Landsverk frásigur sær ábyrgd
Landsverk ásannar ósemjur, men sigur seg ikki hava ábyrgdina av, at byggifelagið MT Højgaard fer av landinum.
Tað sigur Sigurð Ó. Vang, leiðari á Verkætlanardeildini hjá Landsverki.