Tilbúgvingin: Hevur fult álit á leiðsluni

Tilbúgvingin: Hevur fult álit á leiðsluni
Landssjúkrahúsið harmast um, at at tey hava ikki dugað nógv væl at miðla, hvussu fólk kunnu koma í beinleiðis samband við neyðtøkutilbúgvina
Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum.
 
09.08.2022 - 13:14

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur fult álit á sjúkrahúsleiðsluni í sambandi við tilbúgvingina:

 

1542699

 

Atfinningarnar, sum hava verið av neyðtøkutilbúgvingini, seinast í gjár, hava mest snúð seg um vantandi sálarfrøðiliga hjálp. 

Í gjár váttaði Steinar Eiriktoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, at sálarfrøðilig hjálp er ein partur av neyðtøkutilbúgvingini.

 

1542705

 

Tey, sum varða av neyðtøkutilbúgvingini á Landssjúkrahúsinum, siga, at síðani upprunaliga innslagið var í Degi og Viku 25. mars, har funnist var at, at sálarfrøðilig hjálp ikki var partur av tilbúgvingini, hava øll, ið hava vent sær til neyðtøkutilbúgvingina, fingið boðið sálarfrøðiliga hjálp. 

Eisini siga tey, at ítøkiligar mannagongdir at venja starvsfólk eru gjørdar síðani.

Í sambandi við seinasta tilburðin, harmast Landssjúkrahúsið eisini um, at tey hava ikki dugað nógv væl at miðla, hvussu fólk kunnu koma í beinleiðis samband við neyðtøkutilbúgvina.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV