Mjørki darvar flogferðsluna

Mjørki darvar flogferðsluna
Enn einaferð spælir veðrið flogferðsluni eitt puss, tí mjørkin hevur ligið tjúkkur á flogvøllinum í Vágum. "Hetta ávirkar flogferðsluna næstu dagarnar," sigur samskipari
 
20.07.2022 - 13:34

Mjørki í Vágum darvar enn einaferð flogferðsluna. 

Tað er ikki meira enn ein vika síðani, at flogferðslan í Føroyum var órógvað av nógvum mjørka í fleiri dagar.

Í gjárkvøldið vóru trý flogfør, ið ikki fingu lent í Vágum fyri mjørka, og fyrrapartin hevur verið sama skilið.

Eitt flogfar hevur tó sett seg í morgun. 

Tilsamans 13 flogfør skuldu koma í Vágar í dag. Trý flogfør eru farin avstað aftur, tí tey ikki fingu lent.

Ragnar Joensen, ferðslusamskipari hjá Atlantic Airways, greiðir her frá støðuni.

flogferdslan

Eftir ætlanini skuldu SAS og Widerøe eisini koma til Føroya í dag, men bæði flogfeløgini hava avlýst flogferðirnar til Føroya í dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389