- Tíðindi, mentan og ítróttur
Póllendingur nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag
Póllendingur nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag
Póllendingurin, Maciek Hampel, er nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag.
Mynd: Havnar Svimjifelag
05.07.2022 - 10:04
Havnar Svimjifelag nýggjan høvuðsvenjara.
Póllendingurin, Maciek Hampel, er nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag. 18 umsøkjarar vóru til starvið, boðar Havnar Svimjifelag frá. Maciek Hampel, ið er 57 ára gamal, hevur master útbúgving í Sports Training frá University of Physical Education í Warszawa. Hann kemur úr starvi sum høvuðsvenjari í Akademicki Zwiazek Sportowy í Lodz í Pólandi. Maciek hevur meir enn 30 ára royndir sum svimjivenjari, og hansara svimjarar hava m.a. vunnið heiðursmerkir á europeiskum junior- og senior meistarastevnum og junior heimsmeistarastevnum. Maciek hevur síðan 1999, stórt sæð uttan steðg, verið tengdur at pólska svimjilandsliðnum; seinast í fjør sum venjari til olympisku leikirnar í Tokyo. Í sambandi við at FM á langgeil var í Vági herfyri, var Maciek heima í Føroyum til setanarsamrøðu. Høvi var m.a. eisini at hyggja at svimjing og at hyggja at umstøðunum hjá svimjifelagnum í Gundadali.Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV