- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lata væl at sjóvarfalsdrekanum í Vestmannasundi
Lata væl at sjóvarfalsdrekanum í Vestmannasundi
Íðunn framleiðir streym á 40 metra dýpi
23.06.2022 - 08:21
Fyritøkan Minesto, sum ger royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, letur væl at nýggja sjóvarfalsdrekanum, sum hevur verið royndur síðani miðskeiðis í mai.
Sjóvarfalsdrekin, Íðunn, fór beinanvegin at framleiða elorku inn á netið hjá SEV, og royndin hevur higartil gingið eftir ætlan.
Í løtuni verða onkrar stillingar gjørdar á sjóvarfalsdrekanum, sum framleiðir streym á 40 metra dýpi, sigur SEV.
Umframt elframleiðsluna umfatar royndarkoyringin eisini aðra útgerð, sum til dømis tjóður og tjóðurskipanina.
Eitt upptøkutól er sett á drekan, so til ber at hava eftirlit við, hvussu tjóðrið roynist.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. desember
LEITISSTEIN 17.12.2024 (Alternativur jólatónleikur 2024 v/Eileri Sørensen)
185259
Nýggjastu sendingar í SV