- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera nú forkanningar til pumpuskipan í Vestmanna
Arbeiðið at gera forkanningar til pumpuskipan og kanningar í sambandi við, hvussu byrgingin í Heygadali skal viðlíkahaldast, er komið hálva leið, sigur SEV.
Byrgingin er tømd, og tveir veitarar eru í ferð við ávikavist forkanningar til pumpuskipanina Mýruverkið II og kanningar í sambandi við viðlíkahaldið.
Í sambandi við dagføring verða millum annað armeringar kannaðar.
Forkanningar til pumpuskipan umfata lendið og jarðfrøðina. Arbeiðið er mett at taka millum tvær og fýra vikur.
SEV stendur fyri viðlíkahaldsarbeiðinum. Tá tað er liðugt, verður vatn latið í byrgingina.
Hesa tíðina á árinum kann taka langa tíð at fylla byrgingina aftur, so tað verður væntandi í august, sigur SEV.