Asfaltera nú Sandoyartunnilin

Asfaltera nú Sandoyartunnilin
Koyrandi verður við ársenda í 2023, men enn er ov tíðliga at siga, um sandoyingar fáa eina jólagávu tíðliga næsta ár, sigur stjórin í tunnilsfelagnum
Koyrandi verður í Sandoyartunlinum í seinasta lagi við ársenda í 2023.
Mynd: Savnsmynd  
 
17.06.2022 - 12:52

Arbeiðið í Sandoyartunlinum gongur væl, og tíðarætlanin heldur.

- Upprunaliga var ætlanin, at tunnilin skuldi verða liðugur við ársenda í 2023, og tað verður hann eisini, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlum.

Arbeiðið í Sandoyartunlinum hevur verið fleiri mánaðir framman fyri tíðarætlanina, men tað er als ikki vist, at fólk í Sandoy fáa eina jólagávu tíðliga næsta ár, hóast alt.

- Feløgini, sum hava tær ymisku arbeiðstøkurnar, hava ymiskar tíðarfreistir, og tær freistirnar hava vit onga ávirkan á, sigur Teitur Samuelsen.

 

Asfaltera í tunlinum 

Sandoyartunnilin verður nú asfalteraður. Tveir kilometrar eru eftir at asfaltera, og tunnilin verður væntandi liðugt asfalteraður hálvan juli, ella í seinasta lagi á ólavsøku.

Í løtuni verður arbeitt við at leiða vatn burtur frá koyribreytini, og tað er eitt drúgt arbeiði, sum tekur nógvar mánaðir, sigur Teitur Samuelsen, stjóri.

Tunnilsmunnin Streymoyarmegin er mest sum liðugur, og nú verður farið í holt við at gera tunnilsmunnan Sandoyarmegin, í Traðardali.

Sandoyartunnilin er 10,8 kilometrar langur, og sostatt tann longsti í landinum. Kostnaðurin er mettur til 1,3 milliardir krónur.

Mett verður, at 300 - 400 bilar fara at koyra ígjøgnum tunnilin um samdøgrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109