Leggja størri dent á heilsugransking

Leggja størri dent á heilsugransking
Pláss verður fyri 25 granskarum at arbeiða saman, og ætlanin er, at sjúkrahúsverkið sum frálíður kann gerast eitt universitetssjúkrahús
Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum
 
07.06.2022 - 14:35

Nú Fólkaheilsustýrið verður skipað á nýggjárinum, er ætlanin at leggja størri dent á heilsugranskingina, við at savna granskingina á einum staði.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum:

 

1532102


Tá granskingin er savnað, verður pláss fyri  25 granskarum at arbeiða saman.

Tað skal hava við sær, at sjúkrahúsverkið sum frálíður kann gerast eitt universitetssjúkrahús. 

Ætlanin er, at granskingarvirksemið skal halda til í hølunum, sum verða tøk, tá H-bygningurin verður liðugur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151