- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórar: Herjólfur skal ikki avloysa Smyril
Borgarstjórarnir í Suðuroynni stúra í hesum døgum.
Strandfaraskip Landsins hava boðað frá, at íslendska ferjan, Herjólf III, skal loysa Smyril av, tá Smyril fer í dokk 16. august.
Ætlanin var annars, at skipið skuldi hjálpa Smyrli við farmasiglingini. Men meðan borgarstjórarnir fegnast um at hava fingið eitt nýtt hjálparskip á leiðini, so er tað tankin um, at tað skal eisini skal røkja Suðuroyarleiðina, meðan Smyril er í dokk, sum ger, at teir óttast fyri ruðuleika á leiðini, tí Herjólf III tekur færri ferðafólk, akfør og minni farm:
Smyril fer í dokk í august í hálvan annan mánað.
Enn er nakrar vikur, eftir áðrenn Smyril fer í dokk, og tí vóna borgarstjórarnir, at tað fer at eydnast at finna eina aðra loysn. Júst, hvat tað skal vera, verður umrøtt í næstum, tí ætlanin er at skipa fyri einum fundi, har kommunur, vinnulív og onnur kunnu senda ein felags boðskap til avvarðandi myndugleikar.
Strandferðslan hevur áður boðað frá, at tað er trupult at finna eitt nóg stórt skip at røkta Suðuroyarsiglingina, hóast leitað hevur verið við ljós og lykt. Tað er tó ein frágreiðing, sum fleiri av borgarstjórunum hava ilt við at góðtaka:
Í ljóðbrotunum hoyrdu vit borgarstjórarnar í Suðuroynni, sum eru Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, Kristin Michelsen, borgarstjóri áTvøroyri, Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, Ása Holm, borgarstjóri í Porkeri, Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, og Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumba.