- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vár E. Eidesgaard nýtt føroyskt svimjimet
Vár E. Eidesgaard nýtt føroyskt svimjimet
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag, sum í løtuni venur við ungarska felagnum, BVSC, tók um vikuskiftið føroyska metið á 800 metra frísvimjing
24.04.2022 - 20:03
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti um vikuskiftið føroyskt met á 800 metra frísvimjing, skrivar svimjing.com.
Hetta hendi á ungarsku meistarastevnuni í Debrecen, har hon svam teinin upp á 9.06.88. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard átti sjálv gamla metið upp á 9.08.50 frá Bergen Swim Festival í 2019.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard er úr Havnar Svimjifelag, men hevur í eina tíð vant við ungarska felagnum, BVSC.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV