- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólk: Alt ov javnan at Teistin liggur
Teistin hevur ligið við maskinskaða í allan morgun, og tískil hevur ongin sigling verið um Skopunarfjør. .
Skipað bleiv tó fyri, at nøkur fólk við neyðsynjarørindum blivu flutt til Havnar við tyrluni fyrrapartin.
Ein teirra, sum ikki slapp við Teistanum í morgun, er Gunnar Bjarnason, sum arbeiðir í Havn.
Hjá honum er arbeiðsdagurin farin fyri skeyti.
Gunnar Bjarnason fýlist á, at tað er javnan, at Teistin má avlýsa ella útseta túrar, tí okkurt er galið.
Tað er ov seint at gera nakað við støðuna nú, tí rótin til truplleikarnar stavar frá, tá skipið bleiv bygt, heldur Gunnar Bjarnason.
Væntandi siglingin um Skopunarfjørð rakar ikki einans privatfólk, men er eisini ein smeitur fyri vinnulívið á oynni.
Alifyritøkan Mowi hevði í morgun tríggjar tangar við laksi, sum skuldu flytast norðurum til virkið á Strondum. Um 30 tons av fiski eru í tangunum.
Hans Jákup Mikkelsen er stjóri í Mowi Føroyum.