Maður skeyt frá hond í Ísrael

Maður skeyt frá hond í Ísrael
Í minsta lagi fimm fólk doyðu í gjár, og nú hava tilsamans 11 fólk latið lív í sambandi við tilvildarlig dráp
Maðurin skeyt frá hond í Bnei Brak uttan fyri Tel Aviv, men hann var sjálvur skotin og dripin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.03.2022 - 09:42

Í minsta lagi fimm fólk lótu lív, tá ein vápnaður maður á motorsúkklu skeyt fleiri tilvildarlig fólk í ísraelska býnum Bnei Brak uttan fyri Tel Aviv í gjár. Sambært Reuters var gerningsmaðurin ein arabiskur maður, sum sjálvur var skotin og dripin.

Vitni, sum búgva í ortodoksa býnum Bnei Brak, siga, at maðurin knappliga skeyt frá hond eftir fólki á gøtuni, á altanum og í bilum.

Hetta álopið merkir, at 11 fólk nú hava latið lív í Ísrael seinastu vikuna í sambandi við tilvildarlig dráp av hesum slagi. 

Fyrr í vikuni vóru tvey fólk dripin í býnum Hadera og fýra fólk í Beersheva.

Naftali Bennett, forsætisráðharri í Ísarel, sigur, at tað eru arabar, sum hava framt eina røð av yvirgangi í Ísrael. 

Ongin yvirgangsbólkur hevur tikið ábyrgdina fyri atsóknina í Bnei Brak, og enn er ógreitt, um talan er um yvirgang.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824