SEV sett tveir motorar upp í Sørvági

SEV sett tveir motorar upp í Sørvági
SEV hevur brúk fyri meira elmátti í Sørvági, og tí hevur kommunan givið SEV loyvi at seta tveir motorara upp í grótbrotinum í Sørvági
SEV hevur sett tveir motorar upp í grótbrotinum í Sørvági, fyri at nøkta tørvin á streymi í økinum
Mynd: Sørvágs kommuna  
 
21.03.2022 - 07:39

Nógv økt vinnuvirksemi í Sørvági ger, at SEV hevur havt ilt við at nøkta tørvin á eli í økinum. 

Tí hevur SEV, við loyvi frá Sørvágs kommunu, sett tveir motorar upp í grótbrotinum at framleiða streym.

SEV skal tryggja, at ljóðið frá motorunum heldur seg innan fyri galdandi mørk.

 

Óljóðið innanfyri mark

Ljóðgreiningar, sum eru gjørdar, vísa, at ljóðið frá motorunum fer at vera innan fyri galdandi markvirði.

Tá framleiðslan fer í gongd, verða meira umfatandi ljóðkanningar gjørdar, og um neyðugt ber tá til at minka um møguligt óljóð.

Teir báðir motorarnir eru settir upp í eystara enda av grótbrotinum og royndarkoyrdir, men ymiskt kaðalarbeiði er eftir at gera, áðrenn framleiðslan kann fara í gongd, skrivar Sørvágs Kommuna. 

Loyvið hjá SEV er galdandi í trý ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 5
185238
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 4
185233
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 2
185232
Týsdag 17. desember
E Elski Førjar 3
185231