- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava gjørt fýra ára sáttmála
Hava gjørt fýra ára sáttmála
Nýggi sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið er galdandi frá 1. oktober 2020 til 1. oktober 2024
Mynd: Fíggjarmálaráðið
15.03.2022 - 15:17
Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið hava í dag skrivað undir semju um ein fýra ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober 2020 til 1. oktober 2024.
Semingsstovnurin kom upp í sáttmálatrætuna, og legði semingsuppskot fyri partarnar, sum teir góðtóku.
Lønirnar hækka soleiðis í sáttmálaskeiðnum:
- Tann 1. januar 2021 hækka lønirnar 2,05 %.
- Tann 1. oktober 2021 hækka lønirnar 1,25 %.
- Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar á stig 19 til og við stig 33 hækka 690 krónur, og lønirnar oman fyri stig 33 hækka 490 krónur. Samstundis lækkar eftirlønargjaldið úr 15,8 % niður í 15%, umframt at endalønirnar hjá ymisku útbúgvingarbólkunum og hjá leiðarum verða tillagaðar.
- Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar við 2,75 %.
Umframt lønarbroytingarnar eru broytingar gjørdar í sáttmálunum millum partarnar, og lønartalvurnar eru broyttar, so lønargongdin hjá hvørjum útbúgvingarbólki er greitt markað, sigur Fíggjarmálaráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV