- Tíðindi, mentan og ítróttur
Navigare hevur keypt tvey skip aftrat
Reiðaríið Navigare fer at keypa tvey skip frá Arklow Shipping í Írlandi.
Við hesum keypinum ger Navigare sína størsta íløgu í søgu felagsins, skrivar reiðaríið, sum hevur heimstað í Søldarfirði, á heimasíðu felagsins.
Felagið skrivar, at ætlanin er at endurnýggja flotan tey komandi árini, og skipakeypini eru partur av ætlanini.
Verða latin í apríl og juni
Skipini fáa nøvnini Hav Brim og Hav Sund. Fyrra skipið verður yvirtikið í apríl og tað seinna í juni. Skipini eru bygd í 2008 og eru 89,95 metrar long og 14,4 metrar breið.
Flotin hjá Navigare fer nú at telja tilsamans 13 skip.
Reiðaríið skrivar, at sjálvt um tey seinastu árini hava elvt til stóra óvissu um shippingvirksemi, og við nýggju støðuni ímillum Ukraina og Russland, verður farið inn í framtíðina við jaligum huglaði og fleiri spennandi verkætlanum.