- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í Fasta gerðarrætt við uppsagnarmáli
Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar er farið í Fasta gerðarrættin við Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum.
Felagið vil hava tey at viðurkenna, at uppsagnartíðin hjá sjúkrarøktarfrøðingi skal verða longd tríggjar mánaðir eftir grein 60 í sáttmálanum, sum er um uppsøgn hjá álitisfólki.
Úrskurðarfundurin um eitt annað mál hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í Fasta ferðarrætti verður 24.mars.
Hann skuldi vera 25.februar, men korona forðaði fyri tí.
Tulkingarmál
Fasti gerðarrætturin skal gera úrskurð um eitt mál millum Føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Felagið vil hava Fíggjarmálaráðið at viðurkenna, at starvsfólk hjá Heilbrigdi eigur rætt til munin millum útgoldna løn og løn sum "leiðari 5" ávíst tíðarskeið eftir nýggjari lønartalvu hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
Málið fór fyrst í Føroya rætt, men hann vísti tað frá sær, tí hetta er eitt tulkingarmál, tað er, hvussu sáttmálin millum felagið og ráðið skal tulkast.
Málið kom í Fasta gerðarrættin 4.juni í fjør.